Tel. (+298) 311 161
catering@ph.fo

Privatpolitikkur

Persóndátupolitikkur fyri catering.ph.fo

Í hesum persóndátapolitikki lýsa vit hvussu vit samla og nýta tær persóndátur, sum tú leggur eftir teg ella gevur, tá ið tú vitjar okkara netsíðu, og tá ið tú brúkar tær ymsu funkurnar, sum vit bjóða. Okkara persóndátupolitikkur lýsir, hvørjar persónsdátur verða savnaðar á okkara heimasíðu: https://catering.ph.fo og hvussu upplýsingarnir verða brúktir, goymdir og hvørjar mannagondir vit hava, sum skulu trygga at vit handfara dátur á rættan hátt.

Fyrstu ferð tú vitjar catering.ph.fo fært tú møguleika at góðkenna neyðugu cookies-stillingarnar, at velja óneyðugar cookies-stillingar til ella frá, ella at góðkenna allar beinanvegin. Eisini verður kunnað innleiðandi um okkara privatlívspolitik, og tann vitjandi fær møguleika fyri at lesa meira um hvat tað inniber við leinkju til hesa privatpolitikk-síðuna.

INNSAVNAN AV PERSÓNDÁTUM
Tínar persóndátur geva okkum møguleika fyri at geva tær eina góða og betri tænastu. Tá ið tú upprættar ein brúkara hjá okkum, samtykkir tú samstundis, at vit viðgerða tínar persóndátur, á ein slíkan hátt, sum er nevndur í hesum persóndátapolitikki.

 

UPPLÝSINGAR Í SAMBAND VIÐ AT TÚ UPPRÆTTAR EINA KUNDAKONTO
Tá ið tú upprættar eina kundakonto, uppgevur tú upplýsingar sum td. virkisnavn, telefonnummar, t-postadressu, faktureringsadressu og veitingaradressu.

 

UPPLÝSINGAR UM TÍNA VITJAN Á HEIMASÍÐUNI
Vit savna upplýsingar um t.d. hvørjar síður tú hevur vitja, í hvørjari raðfylgju, hvaðani tú kemur frá og hvar tú trýstir á hesum síðum. Vit brúka upplýsingarnar til at tryggja, at tú fært ta bestu og røttu upplivingina á heimasíðuni, og eisini fyri at vit kunnu gera síðuna enn betur, tá ið tú vitjar næstu ferð.

Hesar upplýsingar savna vit við cookies. Sí okkara cookiepolitikk her.

 

HVUSSU VERÐA TÍNIR PERSÓNSDÁTUR BRÚKTIR
Vit savna og brúka tínar persónsdátur til tey endamál, sum eru lýst her niðanfyri. Vit kunnu eisini viðgerða tínar persónsdátur til onnur endamál, um vit sambært lóg hava rætt ella eru skyldug til tess.

Vit brúka tínar persónsdátur til at tryggja at tú fært ta best møguligu upplivingina við okkara netsíðu og tá ið tú upprættar teg sum brúkara, gevur tú samstundis samtykki til, at vit viðgerða tínar persónsdátur í samsvari við hendan persónsdátupolitikk.

Tá ið tú gerst kundi á catering.ph.fo samtykkir tú samstundis, at vit senda tær viðkomandi cateringtilboð og -kunning við uppgivna teldupostinum.

 

SAMTYKKI
Tú kanst altíð taka títt samtykki aftur. Tað gert tú, við at seta teg í samband við okkum. Sí upplýsingar um samband niðast.

Tekur tú samtykki aftur, er ikki møguligt hjá tær longur at nýta netsíðuna, og vit støðga at viðgerða tínar persóndátur – uttanso, at vit hava rætt ella skyldu, sambært galdandi lóg, at viðgerða tínar persónsdátur.

Tað kann tó ganga ein rímulig tíð, áðrenn vit hava strikað allar tínar persónsdátur, orsaka av t.d. back-up og tí, at lógin m.a. krevur, at vit goyma øll keyp (transaktiónir) í minst fimm ár.

 

TÍNI RÆTTINDI
Tú hevur rætt til at fáa atgongd til allar upplýsingar vit hava um teg. Um tú ynskir, at strika upplýsingar um teg ella tillaga teir, so kanst tú senda ein teldupost til hr@ph.fo við tínum ynskjum.

 

HEVUR TÚ SPURNINGAR?
Er eitt hvørt tú ivast í ella vilt spyrja um, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á tel. 360 143 ella senda ein teldupost til hr@ph.fo

 

HVUSSU TRYGGJA VIT OKKARA MANNAGONGDIR VIÐ TÍNUM DÁTUM?
Fyri at tryggja okkum, at vit kunnu halda skil á øllum teimum ymisku persónsdátunum, sum vit hava við at gera, hava vit eina skipan frá Wired Relations, sum ger tað lættari at skipa og handfara dátur sambært dátuverndarlógini.

 

DAGFØRINGAR
Vit mæla tær til javnan at vitja hesa síðuna, soleiðis at tú altíð ert kunnug/ur við okkara viðgerð av tínum persónsdátum og møguligum broytingum í okkara privatlívspolitikki.

Hendan síðan er seinast dagførd 25.01.2021

 

SAMBAND OG DÁTUÁBYRGD
Eftirlit og dagføringar av hesari síðu, verða framdar av dátuábyrgdarstarvsfólki hjá P/F Poul Hansen samtakinum:

P.O. Box 3016
Heykavegur 8
FO-110 Tórshavn
Faroe Islands

Tel +298 311 161
Fax +298 315 361
ph@ph.fo

V-tal 316911

 

Avgreiðslutíðir:
Mánadag til fríggjadag
8:00 - 16:00